Hevði alt ov nógva ferð

Sjónbandsupptøkur vísa, at Airbus-flogfarið, sum fór av flogbreytini í Sao Paulo, hevði alt ov nógva ferð

Flogvøllurin í Sao Paulo hevur leingi verið fyri atfinningum, tí flogskiparar og onnur halda ikki, at hann er nóg tryggur, og tey atfinningarsomu halda seg hava fingið nóg góð prógv eftir vanlukkuna fyrrakvøldið, sum kostaði umleið 200 mannalív.

 

Men sjónbandsupptøkur á Congonhas-flogvøllinum, sum brasilska sjónvarpið hevur fingið hendur á, vísa, at Airbus 320-flogfarið hevði nógv meiri ferð, enn flogfør eiga at hava, tá tey seta seg á vøllin. Upptøkurnar vísa vanlukkuflogfarið og eitt annað flogfar, sum setti seg stutt frammanundan. Tað fyrra flogfarið brúkti 11 sekund til ein ávísan tein á lendingarbreytini, men vanlukkuflogfarið brúkti bara trý sekund til sama tein.

 

Brasilsku loftferðslumnyndugleikarnir vildu ikki gera nakrar viðmerkingar í dag til tíðindini hjá sjónvarpinum.