Hetta vita vit um brigdið Omikron

Omikron-brigdið av koronuvirusinum varð fyrstu ferð funnið í Suðurafrika og er síðani komið til Evropa og Hongkong.

 

Í Danmark eru staðfestir tveir tilburðir, sum tey halda vera av nýggja Omikron-brigdinum.

Hendan støðan hevur fingið fleiri lond at steðga ferðum úr fleiri londum sunnan fyri Sahara. Ísrael hevur eisini stongd fyri øllum útlendingum í royndini at steðga smittuni.

Her kann lesast meira um brigdið, og hvussu nógv vit higartil vita:

* B.1.1.529 er nýggja brigdið av koronuvirus úr syðra Afrika.

* Tað hevur fingið navnið Omikron eftir grikska stavraðnum eins og Delta-brigdið.

* Brigdið hevur 50 staðfestar mutatiónir – teirra millum 32, sum hava samband við spike-proteinið, sum hjálpir virusinum við at fara frá fólki til fólk. Til samanberingar hevur Delta-brigdið tvey og Beta-brigdið tríggjar.

* Heimsheilsustovnurin WHO hevur bólkað brigdið sum »ørkymlandi«, og fyribils dátur benda á, at tað er stórur vandi fyri at gerast sjúkur.

* Sambært suðurafrikanska heilsustýrinum eru enn ikki staðfest óvanlig sjúkueyðkenni hjá Omikron-smittaðum.

* Omikron var fríggjadagin staðfest í Suðurafrika við 22 tilburðum og í einstøkum øðrum londum hjá ferðandi, sum hava vitjað í syðra Afrika.

* Fríggjadagin var ein tilburður staðfestur í Belgia. Tað var tann fyrsti í Evropa.

* Omikron-brigdið verður hildið at vera stóru partur – kanska 75 - 90 prosent – av teimum nýggju smittuførunum í Suðurafrika. Serliga í fólkaríka landspartinum, Gauteng.

Keldur: WHO, AFP, NTB og NICD.

/ritzau/