Hetta vikuskiftið er jólasøla í Verkhúsinum Virkni

Umframt jólaprýði, jóladekoratiónir, einglar, nissur og ymiskt annað, sum hoyrir jólunum til, eru eisini nógvir gávulutir at fáa til keyps á jólasøluni.  

Aftur í ár verður jólasøla í Verkhúsinum Virkni á Berjabrekku 28 í Havn. 

 

Vanliga virksemið, sum er á Virkni, er hesa vikuna ikki heilt vanligt. Stóra rørslurúmið, har nógv ymisk rørsluamboð og sansastimbrandi tilboð eru, er ruddað og skal brúkast til jólasøluna.

 

Øll á Virkni eru í jólasøluhýri og eru spent til jólasøluna. Hetta er ein serlig vika á stovninum, tí hesa vikuna verða allir lutirnir, sum eru framleiddir gjøgnum árið, samlaðir, prísaðir og settir til sølu. 

 

Bólkarúmið 2 og 4 verður umskapað til eina hugnaliga kafé, har møguleiki er at seta seg niður og fáa sær ein góðan kopp av kaffi, te ella sunkist og sera vælsmakkandi nýbakaðum vaflum. 

 

Á jólasøluni er høvi hjá almenninginum at koma innum, og møguleiki er at síggja myndir og filmar sum vísa, hvussu lutirnir verða evnaðir, og hvat tey til dagliga fáast við.       

 

Á jólasøluni er møguleiki at keypa ymiskar hondgjørdar lutir, sum eru evnaðir á Verkhúsinum Virkni og dagtilhaldinum Fragdini.

 

Umframt jólaprýði, jóladekoratiónir, einglar, nissur og ymiskt annað, sum hoyrir jólunum til, eru eisini nógvir gávulutir og - ella okkurt til tín sjálvs - at fáa til keyps á jólasøluni.   

 

Hin 23. oktober 2023 gav Posta út tvey nýggj frímerki við mynd av einglum, sum eru gjørdir á Verkhúsinum Virkni og dagtilhaldinum Fragdini.

 

Sum nakað heilt serligt á jólasøluni í ár fáast tógv einglar og postalíns einglar, sum eru líkir teimum, ið eru avmyndaðir á frímerkjunum. Sjálvt um einglarnir líkjast, eru teir ongantíð heilt eins. Eins og allar vørurnar, sum verða framleiddar, eru allir einglarnir hondgjørdir og serstakir.

 

##med2##

 

Jólasølan á Virkni hevur soleiðis opið í ár:

Fríggjadagin 17. november (14-18)

Leygardagin 18. november (12-18)

Sunnudagin 19. november (12-18)

 

Tey á Virkni gleða seg at síggja nógv fólk, kend sum ókend, koma á gátt fyri at síggja og keypa lutir, sum tey hava evnað gjøgnum árið.

 

##med3##