Hetta verður næsta felagið hjá Zlatan

Tað tykist alt meiri sannlíkt, at svenska stjørnan skiftir til USA at spæla fótbólt.

Zlatan Ibrahimovic hevur einans eitt ár eftir av sáttmálanum við Paris Saint-Germain, og mangar hava søgurnar verið um, at hann fer at skifta felag. Nógv bendir á, at hetta verður seinasta kappingarár hansara í evropeiskum fótbólti.


Sambært svenska Sportbladet, so hevur Zlatan sjálvur luftað tankar fyri nærumhvørvinum um, at hann væl kundi hugsað sær at hildið fram í USA. Tað er júst tað, at flest allar leysasøgurnar hava gingið um, og nú er eisini navn sett á felagið.


Sambært blaðnum, so verður talan um nýggja fótbóltsfelagið í Miami, sum fyrrverandi viðleikari hansara, David Beckham, er í holt við at byrja. Eftir ætlan skal felagið verða klárt at luttaka í kappingum í 2017.


Tað tykist ikki vera ósannlíkt, tí tann nú 34 ára gamli Zlatan Ibrahimovic hevur góð sambond til Florida, har hann eisini hevur gjørt fleiri íløgur.