-Hetta verður ein góð íløga

Íløgufelagið Royndin sær stórt potentiali í serligu ruskspannini DropBucket, ið Heiða Nolsøe hevur staðið á odda fyri at menna

Royndin, sum er íløgufelagið hjá Føroya Lívstrygging, fekk á íverksetaradegnum í Østrøm í gjár serliga íleggjaraprísin aftur fyri at hava satsað uppá eina nýggja, føroyska verkætlan, ið longu hevur fingið vind í seglini.

 

Talan er um eina alternativa og umhvørvisvinarliga ruskspann, ið Heiða Nolsøe hevur ment saman við Marie Stampe Berggreen. DropBucket hevur vakt ans, og verður eitt nú brúkt á festivalum og onnur felags tiltøk.

 

- Vit trúgva uppá, at hetta verður ein góð íløga fyri okkum, sigur Atli Rasmussen, stjóri í Royndini.

 

Íløgufelagið hevur sett 1,3 millión krónur í verkætlanina, soleiðis at hon kann mennast enn meira. Afturfyri fekk Royndin íleggjaraprísin.

 

Sí myndir frá íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn við at TRÝSTA HER.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra, hví Atli Rasmussen heldur DropBucket vera eina góða íløgu fyri Royndina.