##med2##
Hetta er ein heilt ótrúliga stórur dagur, bæði fyri sandoyingar og føroyingar allar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum, nú seinasta skotið í Sandoyartunlinum verður latið av beint eftir døgverða í dag.
– Nú verður síðsta skotið latið av og so er Sandoyartunnilin veruligur og um eitt gott ár verður hann klárur at taka í brúk, sigur hann.
Tað verður 95 ára gamla Harriet Korg Jensen á Sandi, sum fær heiðurin at lata tað seinasta skotið av og sostatt at skjóta Sandoyartunnilin ígjøgnum.
Les meiri her - og síggj nakrar myndir úr tunlinun: Opið í Sandoynna í dag
Ætlanin var at Jørgen Niclasen skuldi vera við at skjóta tað seinasta skotið, men tað verður av ongum, at hann sleppur við til hesa stóru løtuna. Hann er liggur nevniliga heima í Sørvági við koronu, so hetta má Harriet klára, sigur hann til stuttleika.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Jørgen Niclasen greiða frá á FM1 og um hví, hann heldur, at hetta verður bjargingin fyri Sandoynna.