Hetta verður størsta frambrot fyri Suðuroy í nýggjari tíð

Arbeitt verður nú við at skipa fasta rutusigling við ferðafólki og farni ímillum Suðuroy og Skotland

Í løtuni verður arbeitt við eini slóðbrótandi ætlan um at fáa fasta rutusigling ímillum Suðuroynna og Skotland.

Herfyri gjørdu kommunurnar eina ætlan fyri, hvussu Suðuroy kundi mennast aftur, og har var eitt av timælunum, at Strandferðslan skuldi fara undir regluliga sigling við farmi og ferðafólki ímillum Suðuroy og Skotlands.

Hetta var ein ætlan, sum fekk lunkaða, politiska undirtøku og nú nýggja samgonga er skipað, er tað greitt, at ein slík ætlan hevur ikki politiska undirtøku.

Eitt nú hava bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin boða greitt frá, at tað rutusigling til Skotlands er ikki ein almenn uppgáva.

Men fólk í Suðuroy hava alla tíðina arbeitt víðari við hesi ætlan, og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, váttar eisini, at arbeitt verður við eini slíkari ætlan.

Men hann sigur, at Strandferðslan er ikki ein partur av hesi ætlanini, tí talan er um eina privata verkætlan burtur av.

Hann sigur, at enn er ov tíðliga at fara í smálutir við ætlanini, men fyrireikingarnar ganga sína gongd, og hann væntar, at um eina viku, ella tvær, verður okkurt ítøkiligt at frætta.