Hetta verður meiri og meiri ótespuligt

Tað kann ikki vera meiningin, at vaksin fólk skulu tvingast úr heimi sínum ein mánað um árið

Tað er alla æru vert, at privatar fyritøkur byggja lestraríbúðir. Men ætlanin, Mark stendur fyri, verður meiri og meiri ótespuligt. 

 

Tað halda tey í Meginfelag Føroyskra studenta. Fyritøkan, Mark hevur bygt lestraríbúðir í Havn, men fyri nøkrum døgum síðani segði stjórin í Mark við KvF, at tey lesandi skulu flyta úr íbúðunum hvønn juli mánaða, tí so verður leigan bíligari við tað at tey skulu bara rinda leigu í 11 mánaðir.

 

Annars hevur verið funnist at íbúðunum, tí tær eru ov lítlar og ov dýrar. Tvær støddi eru, tær minnu íbúðirnar eru 15 fermetrar og tær størru eru 30 fermetrar. Leigan er úr 3.495 krónur um mánaðin upp í 5.595 krónur um mánaðin, har tvey fólk leiga eina av størru íbúðunum í felag. Afturat skulu tey lesandi rinda 495 krónur um mánaðin fyri ljós og varma, og internet.

 

Eisini Meginfelag Føroysrka Studenta, MFS, heldur, at íbúðirnar eru ov lítlar og ov dýrar, tó tað skal eisini gjaldast eyka fyri børn. Men tað er rættiliga falli teimum fyri bróstið, at tey lesandi skulu pakka alt niður hvønn juli mánaða og flyta út. Umframt at spara leigu, segði eigarin eisini, at hetta var vanligt á kollegium og skúlaheimum.

 

MFS heldur, at tað er bara at kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er ikki á nakran hátt vanligt fyri eitt lestrarbústaðir,  hetta er sera óvanligt.

 

Hetta er sera trupult hjá teimum lesandi, tí nú skulu tey pakka alt sítt niður síðst í juni mánað hvørt ár, og so verða tey heimleys í ein mánað.

 

– Einasta orsøkin til at hetta verður gjørt er sjálvandi, at  eigarin ætlar at nýta íbúðirnar sum hotel ella vallaraheim í bestu ferðatíð. Altso skulu tey lesandi góðtaka at onkur fremmandur svevur í teirra song, brúkar teirra vesi og teirra køk, meðan tey eru heimleys, sigur MFS.