– Hetta verður ómetaliga spennandi. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í stýrinum fyri ítróttarháskúlan í Suðuroy
Tað, hann sipar til, er, at nú verður farið undir at byggja eitt stórt næmingaheim í Vági til næmingarnar á ítróttarháskúlanum. Tað eru arkitektarnir hjá Kontrast, sum hava teknað bygningin og hann verður avgjørt eitt prýði fyri býin, sigur Dennis Holm.
Í bygninginum verður pláss fyri upp til 72 næmingum í tveymans og trímanskømrum. Upp á spurningin um tað ikki er ótíðarhóskandi, at talan ikki er um einakømur, sigur Dennis Holm, at tað er tað tvørtur ímóti.
– Fremsta endamálið við at fara á ein háskúla er at menna seg sjálvan, og at bróta persónlig mørk. Og ein týðandi partur av tíð er nettupp at liva tætt saman við øðrum, og tí skulu næmingarnir eisini liva og búleikast saman, sigur hann.
Men talan verður ikki bara um ein prýðiligan bygning, tí hann fer eisini at loysa ein bráðneyðugan tørv hjá ítróttarháskúlanum. Dennis Holm sigur, at tey fáa nógv fleiri umsóknir at sleppa á skúlan enn tey fáa hýst og tískil eru tey í teirri keðiligu støðu, at tey noyðast at vísa fleiri umsóknum aftur.
Hann sigur, at tað er ein luksustrupulleiki, tí tað merkir, at ítróttarháskílin hevur fingið nógv betri undirtøku enn væntað. Men tað merkir so eisini, at tað er alneyðugt at fáa ein næmingaheim
Borgarstjórin og stýrisformaðurin sigur, at næmingaheimið skal byggjast á stykkinum vestan fyri Sandin, beint við nýggju lundina í Vági. Stykkið er útvegað og byggiloyvið er latið. Tað eru Bústaðir, sum skulu byggja næmingaheimið og Andras Róin, stjóri, sigur, at nú verða samráðingar við arbeiðstakararnar, og gongst sum ætlað, verður spaðin settur í nú í summar.
– Endamálið er at heimið skal vera liðugt á sumri næsta ár, sigur Dennis Holm. Hann sigur, at ætlanin er at gera nýggja næmingaheimið til ein samansjóðaðan part av skúlanum. Tí er tann eystari endin á bygninginum ein klintriveggur og vestari endin er ein brekka, har tað ber til at skreiða á, tá ið kavi er. Samstundis er tað gangandi upp á takið, har tað eisini ber til hjá næmingunum at vera.










