- Vit halda ikki, at tað er rætt at geva fiskiflotanum almennan stuðul av nøkrum sum helst slagi.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur, at av prinsipiellum orsøkum er Føroya Arbeiðsgevarafelag ímóti at lata vinnuni stuðul og sostatt heldur felagið eisini, at tað er skeivt at geva fiskiflotanum almennan stuðul, hóast hann nú er í kreppu.
Tí heldur hon, at vit skulu brúka hetta høvi til at lata fiskiflotan laga seg til og finna sína nátúrligu stødd og samanseting, so at tað verða tey mest rationellu skipini, sum verða eftir.
Hon sigur, at tað, sum umræður, er sjálvandi at fiska tað nøgdina, vit skulu hava burtur úr stovnunum, so effektivt, sum gjørligt.
Ì hesum sambandi nevnir hon teir stóru lemmatrolararnar.
- Upprunaliga komu teir í flotan við tí endamáli at fiska á djúpum vatni eftir kongafiski, blálongu, svartkalva og øðrum fiskasløgum uttanfyri sjálvan landgrunnin.
- Tað var eisini teirra høvuðsveiða í nógv ár. Men tað er tað ikki longur, tí nú eru eisini teir stovnarnir illa fyri. Sostatt hevur fiskiskapurin hjá lemmatrolarunum flutt seg og nú dúva teir mest upp á upsan.
- Spurningurin er so um tað er mest rationelt at fiska upsa við teimum stóru lemmatrolarunum, sum brúka ógvuliga nógva olju, ella um tað er rationellari at fiska hann við øðrum skipum, sum eru bíligari í rakstri
Ein harður umgangur
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at kreppan, sum okkara fiskifloti er komin í, er uppstaðin hetta seinasta hálva árið, nú oljuprísirnir eru farnir til himmals.
- Broytingin í fiskivinnuni hevur verið so ógvuslig og brádlig, at tað kann ongin vinna laga seg til.
Og hon ivast ikki í, at tann tillagingin, sum nú skal til, verður ein harður umgangur, bæði hjá fiskivinnuni sjálvari og hjá samfelagnum annars. Ikki minst verður tað ein harður umgangur hjá teimum økjum úti um landið, har fiskivinnan er stór.
Hinvegin staðfestir hon eisini, at tað hevur altíð gingið upp og niður í fiskivinnuni.
- Í løtuni eru vit í einum aldudali við vánaligum fiskiskapi, lágum prísum og dýrari olju, men um eitt ella tveir ár, kann støðan vera heilt øðrvísi.
Men hon heldur eisini, at tað almenna kann taka tann harðasta stoytin við at leggja tær almennu íløgurnar, har kreppan í fiskivinnuni rakar harðast.
- Tað er vanligur fíggjarpolitikkur, at økja um íløgurnar í vánaligum tíðum og at halda aftur í góðum tíðum.
- Sum støðan er í løtuni, kunnu umraðfestingar gerast í íløguætlanum so at tær íløgur sum ætlanin hevur verið at gera úti um landi verða raðfestar meira frammaliga nú enn áður.
- Sum støðan er nú, hava politikararnar møguleika at raðfesta tey økini frammaliga, sum eru harðast rakt av kreppuni í fiskivinnuni. Verða íløgurnar øktar úti um landið í teimum økjum, sum eru meinast rakt av kreppuni í fiskivinnuni, hevur fólkið har framvegis ein inntøkumøguleika.
Marita Rasmussen heldur eisini, at tá ið almennu íløgurnar verða raðfestar, er eisini neyðugt at hugsa um, at talan verður um íløgur, har fólkið á staðnum hevur møguleikan at vera við.
- At bora tunlar skapar eisini nakað av virksemið, men tað eru fyri ein stóran part útlendsk feløg, sum standa fyri teimum arbeiðnum og tí er avmarkað, hvat liggur eftir av fíggjarligum vinningi og vitan í Føroyum av íløgum av tí slagnum.
Hon heldur, at sostatt liggur ein sera stór ábyrgd á politiska valdinum at tær almennu íløgurnar verða raðfestar rætt tey næstu árini.
- Men tað, sum kann verða ein stórur trupulleiki fyri fiskivinnuna, er, at tey, fólk, sum hava arbeitt í henni og sum sostatt hava førleikarnar til at arbeiða í henni, rýma í aðrar vinnur, tá ið arbeiðsloyvi verður í fiskivinnuni.
- Tí kann manningartrot á skipum og virkjum gerast ein rættiliga stór avbjóðing hjá fiskivinnuni á sjógvi og landi, tá ið gongdin vendir aftur.
Fingu onki burtur úr stuðlinum
Men er stuðul altíð av tí ringa. Tað eru summi, sum tvíhalda um, at høvdu vit ikki havt stuðla rækjuflotanum á sinni, høvdu vit ongan rækjufota havt eftir?
- Tað, vit fingu burtur úr at lata rækjutrolarunum tvær milliónir í stuðuli í part, var tað, at teir fóru á heysin við tveimum milliónum minni í skuld í part.
- Teir einastu, sum fingu nakað burtur úr hesum stuðlinum til rækjutrolararnar, vóru kredittorarnir, tí rækjutrolararnir fóru á húsagang kortini og nú hava vit ikki meiri enn tveir ella tríggjar rækjutrolarar eftir.
Tí dugir Marita Rasmussen ikki at síggja, hvat stuðulin gagnaði rækjuskipunum.
- Hann gagnaði peningastovnunum og øðrum, sum áttu pengar til góðar í flotanum.
Hon vísir á, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og í prinsippinum heldur hon tað vera heilt øvugt, at okkara høvuðsvinna skal stuðla sær sjálvari.
Sostatt heldur Stjórin í Vinnuhúsinum, at vit eiga at avtaka skattalættan til fiskimenn, tí eisini tað er ein stuðulsskipan til fiskivinnuna.
Samstundis sum politikarar tvíhalda um, at fiskivinnan skal virka á marknaðarligum treytum einsamøllum, halda teir, at tað er rætt at avtaka allar forðingar, eitt nú forboðið fyri at virka fisk umborð á skipunum og forboðið fyri at avreiða meiri enn 25% av fiskinum uttanlands.
- Akkurát hesi bæði viðurskiftini loysa ikki bráðkomna trupulleikan hjá fiskiflotanum í løtuni.
Marita Rasmussen dugir ikki at síggja trupulleikan í hesum beint nú, tí føroysk skip avreiða nógv minni enn 25% av fiskinum uttanlands og ongi skip eru før fyri at virka fisk umborð.
At tosa um hesi viðurskiftini beint nú, heldur hon eru at venda eygunum frá veruligu trupulleikunum, sum eru, at oljan er ov dýr, fiskaprísurin ov lágur og stovnarnir ov illa fyri.
Kortini heldur hon, at tað er positivt, at vit taka øll viðurskifti upp til viðgerar, tí ongar skipanir skulu væl vera í gildi í allar ævir.
Gott høvi at minka flotan
Marita Rasmussen sigur Vit eru í teirri støðu nógvir av okkara fiskastovnum eru rættiliga illa fyri, tí teir eru ov hart royndir.
Her hugsar Marita Rasmussen ikki minst um toskin.
- Toskastovnurin er okkara týdningarmesti fiskastovnur, men lívfrøðingar hava boðað frá, at hann er undir lívfrøðiliga markinum, so hann er stak illa fyri.
- Tí eiga vit at gera alt, vit kunnu, fyri at verja hann, so at hann mennir seg aftur.
Hon sigur, at fiskifrøðingar hava mett, at tað ber til at fiska útvið 30.000 tons av toski undir Føroyum um árið í miðal.
- Fáa vit 20 krónur fyri kilo, er talan um eitt virði upp á 600 milliónir. Men í dag fiska vit 8000-10.000 tons av toski, so í veruleikanum fáa vit bara ein triðing av toskavirðinum til høldar, tí stovnurin er so illa fyri.
Marita Rasmussen staðfestir tí, at sjónarmiðið hjá Vinnuhúsinum er, at politikararnir eiga av álvara at leggja seg í selarnar at byggja stovnarar upp aftur so at vit fáa sum mest burtur úr stovnunum.
Hon staðfestir eisini, at tað er ongin ivi um, at stovnarnir verða troyttir ov hart.
- Og tað er væl hugsandi, at støðan, sum fiskiflotin er í beint nú, er eitt gott høvi til at fáa stovnarar bygdar upp aftur.
Sostatt heldur hon, at hetta er eitt gott høvi til at minka um fiskiflotan og samstundis at minka um effektivitetin.
Men er tað ikki júst politisk vanstýring, sum er atvoldin til, at fiskastovnarnir eru niðurfiskaðir?
- Tað er ongin ivi um, at politikararnir hava ikki tikið tað í nóg stórum álvara, sum fiskifrøðingarnir hava ført fram. Vit kunnu kjakast síðu upp og síðu niður um, hvussu haldgóð tilmælini hjá fiskifrøðingunum eru men vit hava framvegis ongan, sum kann koma við einum betri boði enn teir og tí eiga vit at lurta eftir teimum. Hetta er sum við veðurtíðindunum: Vit hava ikki altíð álit á veðurtíðindunum, men vit lurta eftir teimum hvønn einasta dag og vit innrætta okkum eftir teimum.
Stjórin í Vinnuhúsinum staðfestir, at fiskifrøðingar hava í fleiri ár ávarað ímóti, at fiskastovnarnir verða ov hart troyttir, ikki minst toskurin.
- Tey árini, livilíkindini í sjónum hava verið avbera góð við góðum gróðuri, hava vit kanska ikki merkt ovurfiskiskapin so væl, men nú gróðurin hevur verið undir miðal í nøkur ár, rakar tað okkum meint, staðfestir hon og tí verður høvuðsuppgávan nú at fáa stovnarnar at koma fyri seg aftur og at laga veiðiorkuna til tað, sum teir tola.