Nú á miðdegi fáa vit at vita um vandi er fyri, at maskinmeistararnir hjá SEV, og IRF fara í verkfall, ella ikki. Tilsamans er talan um einar 60 maskinmeistarar
Sáttmálin ímillum Maskinmeistarafelagið um meistararnar hjá SEV og IRF, gekk út 1. oktober í fjør. Samráðingarnar hava ligið nógv í dvala, men fyrst í juni vórðu tær tiknar upp aftur. Men tær bóru ikki á mál og tískil vórðu semingsmenninir boðsendir fyrr í hesum mánaðinum.
Ikki óvæntað snýr ósemjan seg mest um lønarviðurskifti. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at í gjárkvøldið varð eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar, og teir hava freist til klokkan eitt í dag at svara. Taka teir undir við sáttmálanum, er leyst og liðugt. Hinvegin dugir hann ikki at siga, hvat hendir, skuldi tað hent seg, at partarnir vraka semingsuppskotið.
Vanliga plaga tað at vera endin á semingsroyndunum, men Terje Sigurðsson sigur, at tað veldst alt um umstøðurnar, um hildið verður fram, ella ikki.










