Hetta verður ein avbjóðing. Tað ásannar nývaldi borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum.
Hann leggur dent á, at høvuðsuppgávan hjá nýggja meirilutanum í Vágs Býráðið verður at halda fram at menna Vág so langt sum fíggjarligu umstøðurnar loyva tíð. Men hann sigur, at hesa fyrstu tíðina fara at at brúka til at seta seg neyvt inn í fíggjarligu støðuna og annars øll viðurskifti í kommununi.
– Vit byggja víðari á tað, sum er gjørt, og vit fara at halda fram at menna Vág, leggur hann afturat.
Hann sigur, at nýggi meirilutin hevur gjørt sær nakrar hugsanir um, hvat skal gerast, men fyrr enn tey hava fingið betur yvirlit yvir fíggjarligu støðuna, kann hann ikki siga, hvørji tey viðurskifti eru.
Men hann sigur kortini, at eitt, sum tey fara í holt við sum skjótast, verður at útvega musikkskúlanum høli at vera í, tí tað manglar hann.
Annars er Vágs Kommuna rættiliga skuldarbundin, so fíggjarliga rásarrúmið er ógvuliga avmarkað. Vit hava eina fimm milliónir til taks, og tað er ikki tað stóra, tá ið hugsað verður um tað, sum liggur á láni, eitt nú at fullføra spillvatnsætlanina, asfaltera, og ymiskt annað, sigur nývaldi borgarstjórin.
– Vit fara at reka ein varnan fíggjarpolitikk, har vit eisini fara at leggja dent á at rinda skuld fyri at fáa størri, fíggjrligt rásarrúm, sigur Bjarni Johansen.
Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í Vági, er at útvega ítróttarháskúlanum egin høli. Tað málið er ikki loyst tí Mentamálaráðið sigur, at enn er málið ov ógreitt til at tey kunnu lata tann neyðuga stuðulin.
– Hetta er eisini eitt mál, vit fara at seta okkum inn í. Eg veit ov lítið um tað, men vit fara at kanna, hvat tað er, heilt ítøkiliga, sum liggur í buktini, og so fara vit at royna at beina trupulleikan av vegnum, so at skúlin kann fáa hóskandi høli, sigur Bjarni Johansen.
Eitt annað mál, sum hevur verið frammi í Vági, er, at byggja lutaíbúðir. Nakrar verða bygdar nú, men býráðið hevur sagt, at er áhugi fyri tí, er ætlanin at halda fram.
Bjarni Johansen sigur, at hetta er ein mál, sum nýggi meirilutin ikki at bremsa. Er áhugi fyri at byggja fleiri lutaíbúðir, fara vit sjálvandi at gera okkara til, at tað kann verða veruleiki, sigur hann.