- Hetta veit eg einki um og hatta verður neyvan til veruleika.
Í gjár skrivaði Dimmalætting, at nú verða møguleikarnir kannaðir fyri at lata Samhaldsfasta eftirlønargrunnin seta pening í undirsjóvartunlar í Føroyum.
Georg F. Hansen er nývaldur stýrislimur í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, men hetta veit hann einki um.
Tí hevur hann heldur ikki so nógvar viðmerkingar til málið.
Men hann staðfestir kortini, at fæið úr Samhaldsfasta skal ikki setast í vága á nakran sum helst hátt, tí tað er ætlað til pensjónir og tískil væntar hann heldur ikki, at undirtøka verður fyri at seta teir í undirsjóvartunlar.