Hetta varð stolið í grovum innbroti í Havn

Innbrotstjóvurin sum skeyt ígjøgnum ein rút hjá Niels Arge í nátt, stjól fýra hálsketur fyri góðar 5.000 krónur

Innbrotstjóvurin, sum breyt inn til Niels Arge í nátt, fekk ikki serliga nógv burtur úr.

 

Løgreglan hevur nú almannakunngjørt myndir av tí, sum er stolið.

 

Og tað, sum er stolið, eru fýra hálsketur av sama slagi sum tær, ið síggjast á myndini.

 

Tilsamans hava tær eitt virðið á 5.045 krónur.

 

 

Les eisini: Groft innbrot í Havn

 

 

Løgreglan sigur, at tað var í nátt klokkan 03,28, at løgreglan fekk fráboðan um eitt innbrot í handlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.

 

- Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann eini rúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við eini høglbyrsu.

 

- Eisini bleiv ein lektahamari funnin á staðnum.

 

 

Les eisini: Eg eri øgiliga skelkað

 

 

Løgreglan vil fegin hava hjálp frá fólki og heitir tískil á fólk,  sum hava sæð ella hoyrt okkurt, ella sum hava verið har um vegir um hesa tíðina.

 

 

Les eisini: Hava spor at ganga eftir aftan á groft innbrot

 

 

Løgreglan sigur, at eitt fólk hevur boðað politinum frá, at eitt skot hoyrdist klokkan 02.22 í nátt, so alt bendir á, at innbrotið er framt um hetta mundið.