– Hetta var tað sum vit væntaðu

– Vit vænta, at vit fara at fáa nakað av ferðafólki hendan vegin nú og vóna, at nógvir týskarar koma, sigur stjórin í Smyril-Line

– Hetta var øgiliga gott. Hetta var eisini tað, sum vit vónaðu og væntaðu. 

Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril-Line, nú Føroyar og Danmark lata enn meira upp. 

Danmark letur mørkini upp fyri Noregi, Týsklandi og Íslandi, og hetta merkir, at ferðafólk úr Týsklandi og Noregi eisini sleppa til Føroya uttan at fara í sóttarhald aftaná 15. juni. 

Danir og týskarar eru ein stórur partur av ferðafólkunum, sum hvørt summar ferðast við Norrønu, og tí fegnast tey í Smyril-Line. 

– Hetta eru positiv tíðindi fyri okkum. Tað sigur seg sjálvt. Ísland er eitt av trimum londum, sum danir kunnu ferðast frítt til uttan at fara í sóttarhald, sigur Rúni Vang Poulsen.

– Vit vænta, at vit fara at fáa nakað av ferðafólki hendan vegin nú. Men hvussu nógv talan verður um, tað vita vit ikki enn. Hetta er so nýtt. Men vit vóna, at nógvir týskarar koma. Tað verður spennandi og áhugavert, sigur hann.

Atlit verður tikið til støðuna, og tí verður reinføri sett í hásæti við eitt nú spritti og øðrum, leggur Rúni Vang Poulsen aftrat.