Hetta var strika í rokningini hjá KÍ

1. DEILD: Tað eydnaðist EB/Streymi við teprum sigri í Klaksvík at leggja sjógv millum seg og KÍ, sum er á niðurflytingarplássi

Næstbesta liðið hjá KÍ hevur alt kappingarárið verið á ella í nánd av niðurflytingarplássi. Í kvøld var møguleiki á heimavølli at vinna seg framum EB/Streym og harvið flyta av níggjunda og fram á áttanda pláss.

 

Tað eydnaðist ikki hjá klaksvíkingum at vinna úrtøku. EB/Streymur fór úr Klaksvík við 1-0 sigri. Eitt korter var farið, tá ið Sørin Wardum skoraði. Uppleggið átti Sámal Jónsson. Hetta var aðru ferð í ár og aðru ferð yvirhøvur, at 22 ára gamli Sørin Wardum var málskjútti hjá EB/Streymi í næstbestu deidini.

 

Tølini siga, at KÍ hevði nógv fleiri hornaspørk enn gestirnir, og at KÍ hevði væl fleiri stórar málmøguleikar enn EB/Streymur, men tað vóru gestirnir, sum fóru úr Klaksvík við øllum stigunum.

 

Børge Petersen og Jasper Van Der Heyden vóru á KÍ liðnum í fyrra hálvleiki, og beinanvegin eftir steðgin vórðu bæði Jesper Brinck og Jóannes Bjartalíð skiftir inn.

 

Jóannes Davidsen, sum síðsta mánaðin hevur verið málverji á besta liðnum hjá EB/Streymi, vardi málið hjá næstbesta liðnum í kvøld. Arnar Dam var á vøllinum í ein tíma, og beinanvegin eftir steðgin varð Ragnar B. Danielsen skiftur inn. Tá ið ein tími var farin, varð Tóki Johannesen skiftur inn. Hann plagdi at vera á besta liðnum, men orsakað av skaða hevur hann ikki verið at sæð síðani fyrsta umfar, tá ið hann og besta liðið hjá EB/Streymi spældu 1-1 á heimavølli ímóti ÍF. Ta ferðina fór hann skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

 

EB/Streymur er á áttanda plássi við 16 stigum, og KÍ er á níggjunda plássi við 12 stigum.