Hetta var sterkasta mótstøða vit kundu fáa

Tað sigur Mikkjal Thomasen, venjari hjá KÍ, um norska mótstøðuliðið, sum felag skal møta í fyrsta umfari í europeiskum meistarakappingini.

 

##med2##

 

KÍ skal møta norska meistaraliðnum Bodø/Glimt, sum í løtuni verður roknað at vera millum stinnastu liðini í Norðurlondum.

Síðsta kappingarár megnaði Bodø/Glimt at vinna seg í fjórðingsfinaluna í Europa Conference League, har italska Roma vísti seg at vera ov stórur biti.

Hoyrið samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við KÍ venjaran, Mikkjal Thomasen, í tíðindunum á FM1 á middegi við at trýsta á pílin undir myndini.