Eftir tapið í steypafinaluni ímóti Mjølni fingu vit orðið á ein lítillátnan Árna Petersen hjá ÍF. Hann var ógvuliga skuffaður av úrslitinum henda dagin.
- Hetta er bara ikki gott nokk av okkum. Vit spæla ótrúliga illa í dag, og vit kunnu bert takka okkum sjálvum fyri, at vit taptu so sikkurt. Vit gera alt ov nógvar feilir, og til tíðir eru vit slett ikki við í dystinum, so hetta er eitt stórt vónbrot. Hetta var stutt sagt ræðuligt.
Sjálvt um ÍF tapti steypafinaludystin ímóti Mjølni, so ætlar Árni tó ikki at geva skarvin yvir í landskappingini, tí her má vinnast.
- Nú hava vit tíverri tapt steypafinaluna, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ætlaðu at vinna bæði steypakappingina og landskappingina. Nú hava vit ein dyst ímóti júst Mjølni komandi vikuskiftið í landskappingini, og hesin má og skal vinnast. Vit mugu heim at arbeiða hart ta næstu vikuna, og so mugu vit vóna, at vit fara at vinna Mjølnir í tí dystinum, segði Árni Petersen at enda.