Hetta var ræðuliga synd

Sirið Stenberg hevur biðið um eina frágreiðing um, hvussu tað bar til, at ein barnakona kom soleiðis fyri, at hon átti umborð á Smyrli fríggjakvøldið

- Eg veit ikki, hvat er farið fram og tí veit eg heldur ikki sagt so nógv um tað.

Sirið Stenberg er illa við at tíðindunum um, at ein ung kvinna í Vági kom soleiðis fyri, at hon átti umborð á Smyrli á veg til Havnar fríggjakvøldið.

- Hetta var ræðuliga synd fyri hana, og familjuna, men beint nú er tað eitt sindur óskiljandi, at tey yvirhøvur vórðu sett í hesa støðuna, tí tað tykist at vera so óneyðugt.

Sirið Stenberg sigur, at hon hevur nú biðið sjúkrahúsið um eina frágreiðing um, hvat er farið fram, og fyrrenn tann frágreiðingin er komin, fær hon onki sagt, tí hon veit ikki, hvat er farið fram.

Stjórin á Sjúkrahísinum, Ronnie Midjord, segði við KvF í gjár, at tey vóru í ferð við at kanna málið og fyrrenn máliðe er lýst hevur hann ongar viðmerkingar.

Landsstýriskvinnan sigur, at vísir útgreiningin, at tað er okkurt, politikarar kunnu bøta um, verður tað gjørt og er úrslitið, at tað eru onkur viðurskifti, sjúkrahúsið kann broyta, má tað verða gjørt.

Men í fyrstu atløgu skilir hon ikki, hvussu barnakonan kundi verða sett í hesa støðuna.

- Vit hava eina avtalu um, at Suðuroyar Sjúkrahús skal vera akutt føðistova, sum skal taka ímóti barnakonum, sum av einhvørjari orsøk ikki lukkast á Landssjúkrahúsið. Tí er tað óskiljandi, at hon varð send til Havnar við teirri grundgeving, at læknarnir á Suðuroar Sjúkrahúsi, ikki vildu leggja hana inn, soleiðis sum pápin, hevur greitt frá.

Sirið Stenberg sigur, at støðan hevur eisini verið tann, at ljósmóðurin hevur havt heimild til at leggja sjúklingar inn, og hon veit einki um, at tað er broytt.

- Men allar teir spurningarnar fái eg greiði á, tá málið er kannað, og eg havi fingið eina frágreiðing, sigur hon.

Tað var fríggjakvøldið, at ein ung barnakona í Vági, óvæntað fekk verkir. Fyrst varð hon boðsend at koma á Suðuroyar Sjúkrahús beinanvegin. Men á veg norður á Tvøroyri varð ætlanin broytt, so at hon varð biðin um at fara beint umborð á Smyril, tí hon skuldi til Havnar. Tað er sagt, at tað var tí at læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki vildu taka ímóti henni.

Ljósmóður var við, men tey lukkaðust ikki til Havnar, tí eina løtu eftir at Smyril hevði loyst, Men átti kvinnan eina diddu.