- Hetta var eitt ræðuliga stórt vónbrot.
Tað sigur Rakel Helmsdal, Rithøvundur.
Saman við Námi og Norðurlandahúsinum, skipaði Rithøvundafelagið fyri eini skrivikapping fyri allar skúlanæmingar í níggjunda flokki í Føroyum.
Hetta er aðru ferð, at skipað er fyri slíkari kapping. Fyrru ferð hildu fleiri seg framat og sendu handrit inn.
Men hóast høvuðsvinningur er eitt ókeypis uppihald á einum svenskum rithøvundaskúla í summar, vóru tað bara tveir næmingar, sum hildu seg framat í ár.
Tískil er kappingin avlýst.
Tað ganga annars yvir 700 næmingar í níggjunda flokki og uppgávan var at skriva ein tekst yvir evnið 9.41. Eitt, fyriskipararnir uttan iva hava havt í tonkunum, er, at hetta er akkurát klokkutíðin, tá ið sólarmyrkingin fríggjadagin, er full.
Men annars stóð tað næmingunum púra frítt fyri, hvat teir skrivaðu, og alt var loyvt, uttan at skriva longri enn eitt vist.
Rakel Helmsdal, sum er ein av fyriskiparunum fyri Rithøvundafelagið er ógvuliga vónsvikin av, at undirtøkan skuldi vera so vánalig.
Hon heldur, at ein orsøk til,tað er, at lærararnir, sum ikki hava gjørt nokk fyri at eggja næmingunum at halda seg til.
Trýst á pílin og hoyr Rakel Helmsdal greiða frá, hvat hon heldur, gekk galið, og hvat hon heldur, at lærararnir kundu havt gjørt.