Hetta var ein góður dagur í býráðnum í Havn

Vit fáa øll somul stórt gagn av hesum, siga býráðslimir

Nú skal ítróttarhøllin á Hálsi byggjast út, so at hon verður tvær ferðir ferðir so stór. Samstundis skulu høli upp á 400 fermetrar gerast í kjallaranum, so at judo og Borðtennis eisini fáa góðar umstøður at íðka ítrótt í. Og harafturat skal nýggj ítróttarhøll byggjast á Argjum

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í gjárkvøldið. 

 

 Og um hálvtannað ár skal arbeiðið verða liðugt, og og tá skal tvíhøllin á Hálsi vera klár at taka í nýtslu, umframt hølini til judo og borðtennis. Tilsamans kostar tað slakar 35 milliónir at btyggja høllina á Hálsi út.

 

Harafturat hevur býráðið eisini samykt at fara undir at gera ítróttarhøll upp at skúlanum á Argjahamri. Tað kostar 16 milliónir, og hon skal eisini vera liðug í 2017.

 

Og fleiri býráðslimir vóru samdir um, at tað var ein sera góður dagur í býráðnum, og onkur kallaði tað enntá ein sólskinsdag, og eina góða jólagávu til ítróttin og alt fólkið í kommununi –og í øllum landinum, tí ein tvíhøll á Hálsi fer at koma øllum landinum til góðar.

 

Býráðið hevur nevniliga tosað í fleiri ár um at útvega fleiri ítróttarhallir, og samstundis hava smærri ítróttargreinar sum borðtennis og judo eisini í fleiri ár roynt at fáa síni egnu høli at íðka ítrótt í.

 

Tørvurin á betri hallarumstøðum hevur verið átrokandi, og nú eydnaðist alt hetta sama kvøld, og tað fegnast býráðslimir um

 

Marin Katrina Frýdal vísti á, at nú høllin verður bygd út, lýkur hon ikki altjóða krøv og ta helt hon, at býráðslimir eiga at vera greiðir yvir, tí hon er akkurát ikki nóg høg.

 

Men hesin vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri aftur. Hann ásannar, at hon kann ikki hýsa eini HM kapping í hondbólti, men tað verður neyvan nakar trupulleiki. Men annars kann høllin hýsa øllum landsdystum og øllum altjóða kappingum, sum Føroyar eru við í.

 

Men Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í býráðnum ásannar, at hetta er ikki tann stóra superhøllin, talan hevur verið um, men hetta er ein høll, sum kann hýsa øllum vanligum altjóða kappingum, vit eru við í.

 

Men eisini onnur tiltøk, bæði ráðstevnur, møti, samkomur og framførslur av ymsum slagi, fáa nógv betri umstøður.

 

Samstundis er ætlanin eisini at gera stórt parkeringspláss uttanfyri.

 

Men hon heldur, at hetta er eitt neyðugt stig, tí umstøðurnar eru ov vánaligar, og at vit kunnu ikki seta okkum afturá at bíða, til vit hava funnið 100 milliónir til eina superhøll, sum kann hýsa øllum tiltøkum, heldur Katrin Dam á Neystabø.