Tað sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og partaeigari í Henning Larsen Arkitektar, sum í dag vann stóra arkitektaprísin hjá Evropeiska Samveldinum, tann sonevnda Mies van der Rohe Award 2013, fyri Harpuna í Reykjavík.
Ósbjørn Jacobsen stóð fyri stóru byggiætlanini í íslendska høvuðsstaðnum vegna Henning Larsen Arkitektar.
Umleið 350 byggiverkætlanir úr øllum Evropa vórðu innstillað til heiðurin hesaferð. Talan er um verkætlanir, sum eru bygdar í 2011 og 2012. Fimm komu í finaluna, og tær vitjaði dómsnevndin í síðstu viku.
- Ja, eg var í Reykjavík í síðstu viku og vísti teimum Harpuna. Eg merkti, at tey vóru ovfarin, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Hetta er fyrstu ferð, at ein donsk fyritøka vinnur heiðurin. Bara eina ferð áður er heiðurin latin Norðurlondum, tað var fyri operaina í Oslo.
- Hetta er absolutt nakað, ið kemur at standa ovarlaga, um ikki ovast, á okkara CV, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Heiðurslønin er uppkallað eftir arkitektinum Ludwig Mies van der Rohe, sum var ein av undangongumonnunum innan arkitektur í tjúgundu øld.
Hesaferð var Danmark væl umboðað í finaluni. Umframt Henning Larsen Arkitektar var eisini Bjarni Ingels Group (BIG) innstillað fyri býartorgið Superkilen, sum liggur í Keypmannahavn. BIG er sum kunnugt fyritøkan, ið hevur teknað Marknagilsdepilin.