Í gjár vórðu tey liðug at telja atkvøður eftir valið til Inatsisartut ella landstingið í Grønlandi, sum var týsdagin.
IA var stóri vinnarin, og Siumut stóð seg væl betur, enn tað undan valinum í kanningum varð spátt, at stjórnarberandi flokkurin nógv tey flestu árini, síðani Grønland í 1979 varð heimastýri, fór at gera.
Ein av stóru taparunum á valinum var sjálvt fólkaræðið.
Grønlendska útvarpið, KNR, sigur, at valluttøkan var 65,8 prosent. Hetta er lægsta valluttøkan, sum hevur verið á teimum 14 valunum, sum hava verið síðani 1979, tá ið Grønland varð heimastýri.
Sammett við valluttøkuna í Føroyum er talan um so nógv lægri valluttøku. Á løgtingsvalinum 31. august í 2019 vóru 89,8 prosent á vali.
Í Grønlandi verður tosað um, hví valluttøkan hesa ferð var lægri, enn hon áður hevur verið. Við grønlendska útvarpið sigur Klaus Georg Hansen, sum í innanríkisdeildini í sjálvstýrinum hevur ábyrgd av at fyrireika valið, at tað eftir øllum at døma eru serligu umstøðurnar, ið tilsaman eru orsøk til lágu valluttøkuna.
Ein orsøk verður hildin at vera vánaliga veðrið, sum var fyrrapartin valdagin.
Ein onnur orsøk verður hildin at vera, at bíðirøðirnar uttan fyri valstøðini vóru so langar, tí tað – orsakað av koronuni – ikki var loyvt so nógvum at vera á valstøðunum í senn.
Serliga lág var valluttøkan í Nuuk, har bara 61 prosent vóru á vali. Tá ið ein so stórur partur av veljarunum býr í Nuuk, dregur tað samlaðu valluttøkuna nógv niður, tá ið valluttøkan í høvuðsstaðnum bara vara 61 prosent.
Undan valinum týsdagin var lægsta valluttøkan á valinum í 1991, tá ið 67,1 prosent av veljarunum vóru á vali.