Hóast tað bara eru tríggir føroyingar, sum eru smittaðir við koronu, eru allar góðar orsøkir til at vera á varðhaldi. Tað segði Pál Weihe, ráðgevari í koronu, í tíðindunum á FM1 í dag.
Í gjár varð ein nýggjur tilburður av koronu staðfestur í Føroyum og fyribils kanningar vísa, at talan er um tann bretska variantin av koronu, sum smittar serstakliga illa.
Pál Weihe vísir á, at tann bretski varianturin er nú tann mest vanligi í Danmark og tað er alneyðugt at vera á varðhaldi, tí hann smittar so nógv verri enn tann upprunaligi varianturin.
Vit eiga at gera tað, vit kunnu at forða fyri, at hann fær fótin fyri seg, tí so er skjótt, at vit kunnu missa tamarhaldið, segði Pál Weihe á FM1.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá støðuni beint nú.