Hetta trongdi til

Liðformaðurin hjá VB/sumba, Dan Djurhuus, var sjálvandi ovurfegin, tá fyrstu stigini hjá liðlnum komu til høldar sunnudagin.
 Hetta trongdu vit í øllum førum til. Vit hava jú havt eina sera trupla byrjan, og skuldu vit vinna framá, so var mest sum alt avgerandi, at vit vunnu í dag.
Tit tóktust eisini hava eitt gott tak fyri tað mesta. Kendu tit á tykkum, at hetta fór at verða dagurin?
 Vit stríddust í øllum førum væl, og vit hildu okkum til ætlanina. Móti endanum koma vit kanska undir nakað av trýsti, men vit halda so allan vegin heim, og tað var tað týdningarmesta. Nú ber betri til at hyggja frameftir til komandi uppgávurnar, staðfesti Dan Djurhuus.