Hetta tiltakið ímóti korona hevur eydnast væl

Tað eru øgiliga fá sum taka av tilboðum um neyð-ansing til børn

Vit eiga at takka teimum, sum hava offrað nógv fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg.

Tað helt Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, á tíðindafundi um korona í gjár

– Vit vit skulu sanniliga heldur ikki gloyma at takka teimum, sum eru til arbeiðis, legði hann afturat.

Tá ið skúlar og dagstovnar vórðu stongdir herfyri, varð eisini boðað frá, at stovnar og skúlar fóru at verða tøkur til neyð-ansing.

Tað merkir, at foreldur, sum hava eitt starv, har tey noyðast til arbeiðis, og sum onga aðrar ansingarmøguleikar hava, kunnu fáa børnini ansað á stovni.

Her varð hugsað um løgreglufólk, heilsustarvsfólk, røktarstarvsfólk, og onnur.

Men Eyðun Christiansen ásannar, at vit kunnu altíð kjakast um, hvørji størv eiga at verða umfatað av hesum og hvørji størv eru sotýdningarmikil, at foreldrini mugu vera til arbeiðis.

Hinvegin sigur hann, at hesin møguleikin við neyðansing, hevur verið øgiliga lítið brúktur. Vanliga eru eini 5.000 børn á ansingarstovnum kring landið, men hesa seinastu tíðina hevur talan verið um í mesta lagi 50 børn, sum hava verið á dagstovni kring landið.

Tað merkir, at minni enn eitt prosent av børnunum, sum vanliga eru á dagstovni, hava verið á stovni hesa tíðina. Vit kunnu hugsa okkum, hvussu nógv samband hevði verið ímillum fólk, skuldu 5.000 børn, starvsfólk og øll foreldrini, havt so nógv samband við hvønn annan, sum tey vanliga hava, legði hann afturat.

Sostatt heldur hann, at hetta tiltakið at minka um smittuvandan, hevur eydnast, tí tað er ómetaliga lítið samband ímillum fólk og vit hava ikki tær støðurnar, at nógv fólk, bæði børn og foreldur, hittast bæði morgun og kvøld.

Men slíkt eydnast ikki uttan so, at nógv fólk hava offrað seg. Tey, sum hava offrað seg, eru tær føroysku familjurnar, og arbeiðsgevarar, sum hava lagað seg til umstøðurnar.

Og tað skulu vit takka teimum fyri – men vit skulu eisini takka teimum, sum hava verið til arbeiðis hesa tíðina, legði hann afturat.

Hetta er ein stór avbjóðing. Men tað er neyðugt at vísa samhaldsfesti fyri at verja okkum sjálvi – og fyri at verja tey veiku, segði stjórin í Kommunufelagnum.