Meðan samfelag okkara er úti í eini teirri svárastu kreppustøðuni á arbeiðsmarknaðinum seinastu nógvu árini, er tað hugstoytt at síggja, at menn við politiskari ábyrgd gera sær dælt av hesi vanlukku.
Tað er av sonnum at harmast um, at javnaðarflokkurin ferð eftir ferð undirmetir verkafólkið so mikið grovliga, sum hann ger í royndum sínum at billa verkafólkinum inn, at tjóðveldisflokkurin er partur av stríðnum móti teimum.
Ein øsingin hjá javnaðarflokkinum er, at tað er blivið eitt brotsverk, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðar frá, at hann ikki kann gókenna ein lønarsáttmála.
Vildi tað ikki verið munin verri, um landsstýrismaðurin tagdi við so týðandi upplýsingum, spyrja vit?
Vildu ikki somu menn kravt høvdið av honum fyri at dylja týdningarmiklar upplýsingar?
Vit, sum ikki ætlað, at flokspolitikkur skal koma upp í bardagan á arbeiðsmarknaðinum, harmast um hesar royndir hjá javnaðarflokkinum at gogga sær politiskan vinning av bardaganum á arbeiðsmarknaðinum.
Seinast, tá verkfall var, var ein tingmaður teirra enntá so framligur, at hann legði seg út í stríðið á arbeiðsmarknaðinum og var við á barrikadunum.
Fáur og eingin brýggjar seg um menn, ið snobba niðureftir, og als ikki verkafólkið, ið vil hava frið at stríðast sítt egna stríð.
Teir, ið ikki sóu skriftina á vegginum tá, læra lítið og einki av egnum mistøkum, men royna nú aftur í blindum hatri at billa verkafólkinum inn, at júst tjóðveldisflokkurin er fíggindi teirra.
Einki er meiri burturvið enn tað sama.
Tá teir siga seg øtast og vera vónbrotnar av, at tjóðveldisflokkurin skal vera soleiðis vorðin, meina teir tað øvugta.
Sjálvandi høvdu teir verið himmalfegnir, um nakað var í hesum vásinum hjá teimum.
Politisku fluguvektararnir royna eftir førimuni at billa verkafólkinum inn, at einasta sanna verja teirra er til fals. Soleiðis er tað sjálvandi ikki, og tí er vónbrot teirra júst so stórt, sum teir siga tað vera.
Tey, ið fylgja politisku gongdini vita, at fíggjarpolitisku framtøkini til gagns fyri meiniga mannin ongantíð hava verið størri enn tað sama, og fólk flest undrast yvir, hvar uppskot javnaðarfloksins á hesum øki blíva av.
Hóast stórstu skattalættar nakrantíð undir farnu samgongu, og somu gongd undir hesi, so vita vit fullvæl, at fólk hóast hetta hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, men gongdin rætta vegin er so har.
Aðrir leita aðrar leiðir.
Fyri hálvum ári síðan hoyrdu vit formann javnaðarfloksin siga, at hann og javnaðarflokkurin stríddust við at broyta skattalógina soleiðis, at hon kom at gagna ovastu politisku leiðsluni í javnaðarflokkinum persónliga.
"Hetta svekkar mína støðu sum politikkari fyri Suðuroynna," segði arbeiðaravinurin á ovastu rók í javnaðarflokkinum um galdandi skattalóg, sum javnsetti hann og hansara líkar við mannin á gøtunu.
Hann vildi ikki vikna í kongunum og als ikki finna seg í at rinda skatt fyri sína persónligu nýtslu í tí kommunu, hann búði í, eins og snøgt sagt allir aðrir føroyingar gera.
Vit í samgonguni hugsa øðrvísi.
Ferð eftir ferð hava vit broytt skattalógina soleiðis, at meinigi føroyingurin hevur fingið skattalættar - í hesum seinasta umfarinum við 125 mió.kr.
Hinvegin hava vit ikki hoyrt so nógv frá teimum, sum bert høvdu áhuga fyri at broyta lógina fyri egnan vinning.
Soleiðis, at hon kundi tryggja javnaðarmonnum livibreyðið í valdømum, teir ikki brýggja seg um at búgva í.