Hetta sleppur Helena ikki at avgera einsmøll

- Eg eri ikki samdur við hana, men tað mugu vit fáa høvi til at tosa um

Helena Dam á Neystabø skal ikki einsamøll sleppa at avgera um Sankta Frans Skúli skal fáa eina framhaldsdeild, ella ikki.

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn fyri Fólkaflokkin.

 

Tí tekur hann undir við, at spurningurin verður lagdur fyri býráðið til viðgerar, soleiðis sum ætlanin er.

 

Annars hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt ein skúlabygnað, sum ikki umfatar framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla. Ístaðin skal ein nýggjur skúli byggjast á Fløtum, og har skal framhaldsdeildin vera.

 

Síðani hevur býráðið fleiri ferðir einmælt staðfest hesa samtyktina, eitt nú í sambandi við samtyktirnar um at byggja skúlan á Fløtum.

 

Men síðani hava lærarar á Sankta Frans Skúla, og foreldur at børnum har, roynt at lagt trýst á býráðslimir fyri at fáa eina Framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla.

 

Og tað hevur virkað, tí nú eru tað nakrir býráðslimir, sum hava broytt støðu og sum vilja hava eina framhaldsdeild har.

 

Helena Dam á Neystabø, sum er forkvinna í mentamálanevndini í býráðnum, segði nú ein dagin, at í sambandi við ynskið um at stovna framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, hevur Mentamálanevndin hjá býráðnum nú kanna málið í Mentamálaráðnum av nýggjum.

 

- Niðurstøðan er, at eftir fólkaskúlalógini er ikki grundarlag fyri at skipa framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, og tí krevst, at allur skúlabygnaðurin verður viðgjørdur og samtyktur av nýggjum, sigur hon.

 

Skal skúlabygnaðurin broytast, skal tað gerast eftir eini lógarfestari mannagongd. Í hesum sambandi skulu øll skúlastýrini siga sína hugsan koma við einum tilmæli um bygnaðin.

 

Harafturat skal býráðið samtykkja nýggja bygnaðin, umframt at Mentamálaráðið eisini skal góðkenna hann.

 

Hon sigur, at skal framhaldsdeild verða í Sankta Frans Skúla, skal skúlabygnaðurin tískil broytast, og tað skal gerast eftir lógini. Og tað merkir at øll skúlastýrini skulu viðgera málið av nýggjum, og sostatt skulu arbeiðsbólkur skal skipast við umboðum fyri øll skúlastýrini.

 

 

 

Les eisini: Ikki grundarlag fyri at ganga ynskinum á møti

 


Men hetta góðtaka summir býráðslimir ikki og vilja hava málið fyri býráðið, og sostatt fer býráðið at viðgera spurningin í næstum.

 

Ein av teimum er Bogi Andreasen, sum eisini er limur í skúlastýrinum í Sankta Frans Skúla. Hann heldur ikki, at tað er rætt, at tað ikki ber til at stovna eina framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla.

 

- Tað kann býráðið mæla til og søkja Mentamálaráðið um. Men hvørja støðu, Mentamálaráðið hevur, fær býráðið so ikki gjørt nakað við.

 

Men er tað ikki bara at spæla Svartaper yvir í Mentamálaráðið, tí so kunnu tit í býráðnum siga, tit gjørdu tykkara, men Rigmor Dam vildi ikki?

 

- Vil nakar tulka tað soleiðis, eru tey vælkomin til tað fyri mær. Men í býráðnum fáa vit ikki gjørt annað enn at siga, hvat vit halda. Og hvørja støðu, aðrir myndugleikar hava, fáaa vit einki gjørt við, sigur Bogi Andreasen.

 

Bogi Andreasen ásannar, at hann hevur fleiri ferðir atkvøtt fyri Skúlanum á Fløtum, har framhaldsdeildin skal vera.

 

Men upprunaliga var hann fyri at hava framhaldsdeild í miðbýnum fyri at hava lív í býnum.

Og hann heldur ikki, at tað broytir skúlan á Fløtum nakað sum helst, hóast einir 20-40 næmingar í Sankta Frans Skúla ikki flyta út hagar.

 

Tí tekur hann framvegis undir við skúlanum á Fløtum. Men hann vil hava eina framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, í hvussu so er í eini royndartíð í eini tvey, trý ár, til skúlin á Fløtum er liðugur, so kann støðan eftirmetast tá.

 

Hann vísir eisini á, at fær Sankta Frans Skúli ikki framhaldsdeild, skulu børnini har fyrst flyta út á aðrar, fyribils skúlar ymsastaðni í býnum, og so aftur flyta í skúlan á Fløtum, og tað heldur hann verður ov nógv hjá børnunum.

- Lat tey heldur fáa frið á Sankta Frans, leggur hann afturat.