Hetta skrivaðu vit um á Facebook í 2015

Facebook hevur kunngjørt hvørji evnir vórðu mest umrødd á sosial miðlinum í 2015.

Facebook er seinastu árini vorðin ein inngrógvin partur av lívinum hjá nógvum føroyingum og menniskjum kring allar jarðarknøttin.


Sosiali miðilin bjóðar brúkarunum eina ørgrynnu av møguleikum at halda samband við vinir, kenningar og familju, umframt at læra nýggj fólk at kenna, men tað er serliga sum ein platformur fyri at siga okkara hugsan, deila okkara meiningar og koma í dialog við onnur sjónarmið, at Facebook hevur víst seg at vera ein sterkur miðil, ið knýtir fólk kring allan heimin á eitt stað.


Tað vita tey eisini av í Facebook, og gera tey tískil hvørt ár eitt yvirlit yvir tey evnir, ið teirra 1,5 milliardir brúkarar hava skrivað mest um undanfarna árið.


Í ár hevur felagsskapurin gjørt eitt yvirlit yvir fylgjandi seks topplistar: Evnir, Undirhald, Sjónvarpsrøður, Filmar, Ítróttafólk og Politikarar.


Evnir: 

1: Amerikanska forsetavalið.
2: Yvirgangsálopini í París 13. november.
3: Borgarakríggið í Sýria og flóttafólkakreppan.
4: Jarðskjálvtin í Nepal.
5: Grikska skuldarkreppan.


Undirhald: 

1: Ed Sheeran
2: Taylor Swift
3: Kanye West
4: Nicky Jam
5: Wiz Khalifa


Sjónvarpsrøður:

1: Game of Thrones
2: The Walking Dead
3: The Daily Show
4: Saturday Night Live
5: WWE Raw


Filmar:

1: Star Wars: The Force Awakens
2: Furious 7
3: Jurassic World
4: Avengers: Age of Ultron
5: American Sniper


Ítróttafólk:

1: Floyd Mayweather Jr.
2: Manny Pacquiao
3: Ronda Rousey
4: Lionel Messi
5: Cristiano Ronaldo


Politikarar:

1: Amerikanski forsetin Barack Obama
2: Republikanska forsetavalevnið Donald Trump
3: Brasilski forsetin Dilma Rousseff
4: Demokratiska forsetavalevnið Hilary Clinton
5: Demokratiska forsetavalevnið Bernie Sanders