Hetta skipið átti Kjartan Joensen

Fyrrverandi Hvilvtenni fiskaði í fjør fyri umleið 160 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Nú sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur verið í Íslandi og vitjað, hevur hann havt fleiri forvitnisligar søgur á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Um dagarnar hevði hann eisini eina søgu um fyrrverandi Hvilvtenni - rækjutrolaran og nýbygningin, sum Kjartan Joensen í Leirvík fekk heim til Føroya í ár 2000.

 

- Tíðirnar vóru truplar hjá føroysku rækjutrolarunum tá, og úrslitið var, at Kjartan Joensen í 2004 seldi skipið til Íslands, har tað fekk navnið Guðmundur í Nesi. 

 

Torleif Johannesen veit úr Íslandi at siga, at tað var reiðaríið Brim í Reykjavík, sum keypti trolaran og sum framvegis eigur skipið. Íslendingar tóku rækjuverksmiðjuna úr skipinum og settu eina svartkalvaverksmiðju í.

 

- Síðan hevur skipið fyri tað mesta fiskað svartkalva og kongafisk, og teir fiska við tveimum trolum. Seinastu árini hevur fyrrverandi Hvilvtenni eisini fiskað makrel í umleið ein mánaða um árið.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at tað hevur gingið rættiliga væl við fiskiskapinum hjá Guðmundi í Nesi.

 

- Tað hevur gingið so mikið væl, at trolarin í fjør var næst besta fiskiskip í íslendska flotanum. Sambært Fiskifrettir fiskaði skipið í fjør fyri umleið 160 miljónir krónur í okkara peningi, sigur sjómanstrúboðarin.