Tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, var tað eitt, sum fall Høgna Hoydal, tingmanni fyri Tjóðveldi, rættiliga fyri bróstið. Og tað var at síggja løgmann hava danska riddarakrossin á bringuni á teimum føroysku klæðunum.
Høgni Hoydal helt, at tað var stríggið at síggja løgmann við danska riddarakrossinum á Føroya Løgtingi á ólavøsku. Hann vísti á, at riddarakrossurin er ikki ein viðurkenning fyri nakað samstarv ímillum lond. Tvørtur ímóti er riddarakrossurin ein viðurkenning fyri at hava verið ein trúgvur tænari hjá danska ríkinum, undir donskum lógum, segði hann og hann helt ikki, at tað sømdi seg fyri løgmann at bera eina viðurkenning um tað fram á Føroya Løgting.
Hann helt fyri, at hann kundi ikki gera nakað við, at samandsmenn og fólkafloksfólk, og nøkur javnaðarfólk, taka ímóti riddarakrossinum. Men hann helt ikki, at riddarakrossurin eigur ikki at vera borin á Føroya Løgting, har landsins framtíð skal avgerast. Løgtingið umboðar okkara.