Hetta skapar misálit á skipanina

Forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, heldur tað vera umráðandi, at myndugleikarnir gera sær greitt, hvørja koppsetingarætlan man hevur. Tí tað, sum nú er hent, skapar misálit á skipanina

Í gjár kom fram, at føroysk sendifólk við maka og nøkur sonevnd lyklastarvsfólk hjá Smyril Line vóru tikin fram um í koppsetingarkøina, tá ið tey høvdu spurt seg fyri hjá koppsetingarbólkinum. Samstundis standa framvegis nakrir av okkara veikastu borgarum og bíða eftir koppsetingini. Tað halda tey hjá MEGD vera undrunarvert.

 

Má ikki skapa órógv

MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, sum arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva. Harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra.

- Tað, sum er okkara ynski, er, at myndugleikin ger sær greitt, hvørja ætlan man ger, og so syrgir man fyri, at tey sum útføra ætlanina, eisini fylgja henni, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.

Hon heldur, at tað, sum hendir nú, skapar misálit á skipanina.

- Fyri okkum hevur tað týdning, at tað ikki skapar órógv. Vit halda, at tað er rættast at koppseta tey, sum eru veikast í samfelagnum. Tað er prinsipielt hjá okkum, sigur Tóra við Keldu.

Forkvinnan í MEGD greiðir frá, at summi av teirra limum hava verið avbyrgd frá sínum nærmastu í eitt ár, tí tey skulu vera vard móti at blíva smittað.

- Og so verða fólk, sum t.d. skulu ferðast, tikin framum. Tað skilja vit ikki, og tað stendur heldur ikki í koppsetingarætlanini. Myndugleikin má fylgja síni ætlan, tí annars rýkur álitið. Tað gevur onga meining at gera eina ætlan, sum ikki verður fylgd, sigur Tóra við Keldu.

 

Koppsetingarnevndin má traðka í karakter

Hon heldur tað ikki geva nakra meining, at landsstýrismaðurin sigur eitt, og at koppsetingarnevndin ger okkurt heilt annað.

- Vit halda heldur ikki, at trupulleikin liggur hjá teimum, sum hava spurt seg fyri um at blíva koppsett. Tey hava bara spurt, og so kann man halda um tað, sum man vil. Tað er koppsetingarnevndin, ið má traðka í karakter. Samfelagið skal taka sær av teimum veikastu. Tey, sum eru úti um seg, royna at lívbjarga sær, sigur Tóra við Keldu. Forkvinnan í MEGD sigur, at tey í MEGD hildu, at eftir at tað kom fram, at bæði stjórin í Almannaverkinum og leiðslan á Landssjúkrahúsinum blivu koppsett, so lærdi man av mistøkunum og syrgdi fyri, at slíkt ikki hendi aftur.

- Men so var ikki, og tað er harmiligt, tí man skal hava álit á skipanini, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.