<font face="Times">Aftaná útvarpstíðindini á middegi leygardagin kallaði suðuroyar Norðara javnaðarfelag inn til snarfundar. Útvarpið segði, at ein meiriluti av býráðslimunum á Tvøroyri og í Vági høvdu gjørt eitt tilmæli til landsstýri um at byggja miðnáms- og heilsuskúla í Vági og ellisheim á Tvøroyri, men at býráðslimirnir eru vónsviknir av, at landsstýrið velir eina loysn, sum ein stórur meiriluti av suðuroyingum eru ímóti.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p></font>
<font face="Times">Ætlanin hjá Føroya landsstýri og løgmanni Jóannesi Eidesgaard er at byggja skúladepilin í Hovi. Hesum stuðlar suðuroyar Norðara javnaðarfelag sínum floksformanni í.<o:p></o:p></font>
<font face="Times">- Tað er frægast at hava skúladepilin í Hovi. Fundarfólkið stuðlar landsstýrinum og løgmanni. Skúladepilin skal liggja har, sum landsstýrið heldur tað vera best, sigur Ketty Andreasen, forkvinna í suðuroyar Norðara javnaðarfelag.<o:p></o:p></font>
<font face="Times"><span style=""mso-spacerun:"> </span>- Vit vóna við hesum, at kommunurnar í Suðuroynni allar verða lagdar saman, sigur Ketty Andreasen.<o:p></o:p></font>
<font face="Times"> <o:p></o:p></font>
<font face="Times">Onki tos um samanlegging<o:p></o:p></font>
<font face="Times">Men hesum er Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági, ikki samdur í. Hann sigur við Portalin í dag, at tað verður ikki tos um samanlegging, um miðnámsskúlin verður í Hovi.<o:p></o:p></font>
<font face="Times"><span style=""mso-spacerun:"> </span>- Skal man flyta meira úr Vági, so kann mann ikki tosa um samanlegging, sigur Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági.<o:p></o:p></font>
<font face="Times">Men kann Vágs býráð ikki liva við, at skúladepil verður bygdur í Hovi, og at ellisheim verður bygt í Vági, sum skapar fleiri arbeiðspláss í kommununi?<o:p></o:p></font>
<font face="Times"><span style=""mso-spacerun:"> </span>- Ongin kommuna í Suðuroynni hevur tosað um at byggja ellisheim. Eg vænti ikki, at Tvøroyrar býráð fer at gjalda nakað, um ellisheimið verður bygt í Vági. Talan er um einar 9 milliónir, og tað fáa teir onki burturúr, sigur Jógvan Krosslá.<o:p></o:p></font>
<font face="Times"><span style=""mso-spacerun:"> </span>- Avgerðin hjá landsstýrinum er ein bumba. Hetta skapar eina krígsstøðu í Suðuroynni, sigur Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági.</font>