Hetta skal nýggja løgtingið gera fyri tey ið bera brek

Tað eru serliga trý viðurskiftið, nýggja løgtingið skal gera fyri tey, ið bera brek

Hóast nógv er hent, men nógv er eftir at gera. Tað er boðskapurin frá MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek, nú løgtingsval er í dag, og nýtt løgting skal taka við.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, sigur, at tað, sum tey nú heita á nýggja løgtingið at fremja, eru ikki nýggj mál, men kortini mál, sum eru grundleggjandi fyri fólkaræði og javnrættindi hjá teimum, sum bera brek.

 

Hon ásannar samstundis, at brekøkið hevur ikki fylt nógv í valstríðnum, men tó hava valevnini staðfest, at tey vilja tryggja okkum eitt gott og gevandi samfelag, eisini teimum, ið bera brek.

 

- Tað er nevniliga altavgerandi, at politiska skipanin tekur brekøkið í álvara, tí økið er stórt og fjøltáttað, og júst har liggur avbjóðingin, sigur Tóra við Keldu

 

Hon sigur, at tað eru serliga trý viðurskifti, MBF hevur arbeitt við seinastu tíðina, og sum tey vóna, at næsta Løgting fer at seta í verk.

 

- ST sáttmálin um rættindini hjá teimum, ið bera brek, er grundarlagið fyri politiska arbeiðinum hjá MBF og tí vóna tey, at hann nú endaliga verður settur í gildi í Føroyum

 

- Enn tørvar okkum eina yvirskipaða ætlan fyri brekøkið í Føroyum og at seta ein brekpolitikk í verk, við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum geirarnar.

 

- Her er neyðugt, at Føroya Landsstýri setir í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, sigur Tóra við Keldu.

 

- Atkoma til sendingar hjá Kringvarpi Føroya skulu tryggjast, so at fólk, sum eru deyv, og fólk, sum hoyra illa, fáa møguleika at fylgja við tí, sum hevur serligan almennan áhuga. Tað er ofta ógjørligt at loysa málið við antin at teknmálstulka, ella at teksta. Tí skulu vit arbeiða miðvíst við báðum loysnum til føroysku sendingarnar, sigur forkvinnan.

 

Hon staðfestir, at í sær sjálvum tryggja vallyfti ikki úrslit. Tað, sum teyggjar úrslit, er tað ítøkiliga og miðvísa arbeiðið eftir valið.