Hetta sigur Veðurstovan um veðrið á ólavsøku

Annan ólavsøkudagin kann roknast við regni ella ælaveðri, sigur Veðurstovan

Føroyska Veðurstovan sigur í nýggjari forsøgn, at veðrið á ólavsøku verður nøkulunda.

 

Veðurstovan roknar við, at tað fyri tað mesta verður turt ólavsøkuaftan, meðan møguleiki er fyri regni og ælaveðri ólavsøkudag.

 

Tað eru framvegis tríggir dagar til ólavsøku, og tí kann forsøgnin broytast.

 

Her er forsøgnin frá á middegi í dag:

 

Forsøgn galdandi til fríggjamorgun

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og í støðum mjørki, stundum regn ella ælaveður. Sum frá líður turt av og á, og sólin kagar fram í støðum. Hitin í dag 10 til 14 stig.

 

Fríggjadagur

 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig.

 

Leygardagur

 

Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og fyrst stundum regn ella ælaveður, sum frá líður turt fyri tað mesta og eisini onkur sólglotti. Hitin 10 til 14 stig.

 

Sunnudagur (Ólavsøkuaftan)

 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni sunnan. Skiftandi skýloft, turt fyri tað mesta, tó í støðum mjørki og kanska driv. Hitin 10 til 14 stig.

 

Mánadagur (Ólavsøkudagur)

 

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.