Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld havt fund saman við start- og høvuðsdómarum. Á fundinum bleiv viðgjørt, hvat skal gerast á komandi stevnum, um bátur hongur eftir í startinum og var niðurstøðan at gera eitt ískoyti til verandi ávaringarskipan.
Ískoytið verður soljóðandi:
Skotið verður av, um bátur hongur eftir. Fyri hetta fær hann gult kort.
Tó verður gult kort ikki givið, um tekniskur feilur kann ávísast.
Tekniskur feilur er tað sama sum, at feilur er á útloysarakrókinum.
Somuleiðis hevur nevndin í Róðrarsambandi Føroya tosað um kappróðurin á eystanstevnuni í Runavík tann 17. juni. Sambært reglunum dømdi høvuðsdómarin rætt, og av tí, at RSF onga klagu hevur móttikið um róðrarnar, hevur RSF ikki havt møguleika fyri at viðgera nakað ítøkiligt. Úrslitini frá kappróðrinum á eystanstevnuni vera tí óbroytt.
Við róðrarkvøðu vegna Róðrarsamband Føroya,
Hans David Hansen, kappingarleiðari