Politiið sigur soleiðis um málið, sum hevur fylt nógv í allan dag:
Klokkan 09.08 fekk politiið fráboðan um, at eldur var kyknaður í einum ljósmotori, ið stóð umleið tríggjar kilometrar inni í tunlinum Sandoyarmegin.
Sløkkilið, sjúkraflutningstænastan, tyrla og politiið vóru beinanvegin send á staðið.
Enn er ikki tamarhald á eldinum og tí er heldur ikki greitt hvussu umfatandi skaðin er.
Upplýsingar vóru um, at tað tveir persónar framvegis vóru eftir inni í tunlinum.
Klokkan 12.51 eru báðir persónarnir komnir út, og teir hava tað eftir umstøðunum gott og verða við tyrlu fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Sostatt eru allir persónar komnir úr tunlinum.
Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.