Um 9-tíðina í morgun byrjaði mótmælistiltak, sum Føroya Fiskimannafelag og Skipara- og Navigatørfelagið skipa fyri í Klubbagarðinum í Havn, nú løgtingið fer at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um nýskipan av fiskvinnuni.
Stór misnøgd er í vinnuni við uppskotið hjá landsstýrinum, og tí eru næstan 30 fiskiskip komin til Havnar at verða við í mótmælinum í dag.
Fiskimenn hava fingið skotið í skógvarnar, at teir eru í lummanum á reiðarunum, nú teir mótmæla uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni, men tað avvísti Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, í røðu í morgun. Hann helt, at um nakað, vóru reiðararnir í lummanum hjá fiskimonnunum.
- Hetta sigur nakað um uppskotið hjá samgonguni, at so ymiskir partar sum reiðarar og manningar kunnu standa saman her í dag. Uppskotið kann als ikki brúkast, segði Jan Højgaard.
Annfinnur Garðalíð, formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, helt eisini røðu, og annars verður orðið frítt hjá sjómonnum og øðrum at siga sína hugsan um fiskivinnunýskipanina.