Hetta sigur lóginHetta sigur lógin um viðgerð uttanlandsHetta sigur lógin

Hetta eru tær treytir, sum føroyska heilsuverkið arbeiðir eftir, tá ið sjúklingar verða sendir til viðgerðar uttanlands

Heilsubót

Tá í føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til viðgerðar uttanlands verður tað gjørt eftir ávísum treytum ( sí eisini greinina.Fríar hendur atsenda sjúklingar hagar vit vilja)
Niðanfyri prenta vit tær lógargreinar, sum arbeitt verður eftir, tá ið føroyingarverða sendir uttanlands til viðgerðar.

Grein 16, 2 stk:
Tá ið yvirlækni sendir sjúkling á sjúkrahús v.m. í Danmark, eru treytirnar fyri, at sjúkrahúsið rindar flutning og viðgerð hesar:
1. Áðrenn sjúklingur verður sendur niður, verður hann at visitera av serlækna á viðkomandi sjúkrahúsi. Serlækni tekur støðu til og ger av, um sjúklingurin verður at senda niður.
Er ongin fastur lækni í sergreinini á sjúkrahúsinum, men tílíkur lækni er á øðrum sjúkrahúsi, verður sjúklingurin at kanna av hesum serlækna, ið so tekur avgerðina, eisini um tað er neyðugt fyri kanningina, at sjúklingurin kemur inn á deild læknans, ella um kanningin kann gerast á annan hátt eitt nú í telefonsamtalu við yvirlæknan á staðnum.
Er als ongin serlækni á sjúkrahúsunum, verður sjúklingurin at kanna á Landssjúkrahúsinum.
2. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet.
Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini:
Rigshospitalet, herundir Kysthospitalet på Refnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsensinstitutet, herundir Radiumstationen.
3. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerðast á teimum undir punkt 2 nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur sjúkrahús, t.d. Andelsforeningens Gigthospital i Skelskør og Afholdsbevægelsens Behandlingsinstitutioner for alkoholskade.
4. Í teimum undir punkt 3 nevndu førum og eisini um teir undir punkt 2 nevndu stovnar orsakað av serumstøðunum við sjúkuni kanna sjúkling til annan stovn, veðhalda føroysku sjúkrahúsini fyri viðgerð.
5. Av praktiskum og fíggjarligum orsøkum er tað Landssjúkrahúsið, ið skipar fyri ferðingini bæði fyri sjúklingin og teimum, ið møguliga skulu fylgja við.

- - - -
Anne Grete Mikkelsen, at tað, sum stendur um kostnað og veðhald, merkir at alt verður goldið av kontuni til viðgerð uttanlands og verður ikki undir nøkrum umstøðum tikið av játtanunum til sjúkrahúsini. Tí stendur, at viðgerðin er kostnaðarleys fyri sjúkrahúsini.
Sjúklingar verða fyrst og fremst sendir til sjúkrahúsini, sum eru nevnd, men tað eru ongir trupulleikar at senda sjúklingar á onnir sjúkrahús í Danmark, um fakligar orsøkir eru til tað. Ì slíkum førum verður Almanna- ogheilsumálastýrið biðið um at veðhalda, men tað setir stýrið ikki spurnartekin við umsóknina um veðhald og gjaldið verður framvegis tikið av kontuni til viðgerð uttanlands.
Er talan um viðgerð í øðrum londum enn Danmark, verður sama mannagongd brúkt, at Almanna- og heilsumálastýrið verður søkt um veðhald. Stýrið sendir síðani umsóknina um veðhald og tilmælið frá einum yvirlækna lagt fyri visitatiónsnevndina, sum síðani metir um, antin orsøk til at senda sjúklingin á annað land, enn til Danmarkar.