Hetta siga norðurlendsku miðlarnir um KÍ

Vit hava verið eina rundferð á teimum størri norðurlendsku ítróttarmiðlunum

Sigurin hjá KÍ - ella rættari sagt: sigrarnir hjá KÍ í Champions League geva endurljóð í okkara grannalondum.

 

Størsti norski miðilin, VG (Verdens Gang) ger nógv burturúr, at norski Magne Hoseth saman við KÍ hevur tikið enn ein stóran skalp. Teir hava eisini fingið orðið á føroyska landsliðsleikaran, Rógva Baldvinsson, ið starvast sum miðlamaður í Noregi fyri at fáa hann at seta orð á bragdið hjá KÍ: 

 

##med2##

 

##med3##

 

Stóru svensku miðlarnir, Dagens Nyheter, og stóru miðlarnir í Göteborg, GT og Göteborgsposten staðfesta eina svenska fiasko, har klummuskrivarin hjá GP tó staðfestir, at hetjurnar í kvøld eru KÍ:

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

BT Sporten og bold.dk í Danmark staðfesta sensasjón og tryggjað bólkaspæl hjá KÍ:

 

##med8##

 

##med9##

 

Stóru miðlarnir í Íslandi, Morgunblaðið og Vísir staðfesta eisini stóra bragdið hjá KÍ:

 

##med10##

 

##med11##