Nú Neistin og Kyndil hava vunnið hvør sín dyst í FM-finaluni hjá kvinnum í hondbólti, verður dúgliga gitt, um málmunur ella annað er avgerandi fyri, hvussu vorðið verður, um triði dysturin endar við javnleiki.
Í kappingarreglunum fyri hondbólt stendur tilskilað í grein 7, sum snýr um kappingaravgreiðslu, hvussu framferðarhátturin skal vera í júst hesum førinum.
Og reglurnar siga í grein 7, stykki 13, at endar tað við javnleiki í morgin í millum kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli, verður avgerðin funnin við umdysti, sum er tvær ferðir fimm minuttir.
Stendur framvegis á jøvnum, verður einaferð aftrat spælt tvær ferðir fimm minuttir, men er eisini javnt tá, skulu brotskøst skjótast, til endalig avgerð er fallin.
Har verður sagt í grein 7, stykki 14, at fimm spælarar á hvørjum liði skiftast um at taka brotskast, og fellur eingin avgerð, verða aftur skotin fimm brotskøst í part, og soleiðis verður hildið fram, til ein avgerð er funnin.
Somu spælarar kunnu skjóta fleiri ferðir, men útvístir, leikbannaðir og burturvístir spælarar sleppa ikki at vera við í brotskastkappingini.
Sambært heimasíðuna hjá Hondbóltssambandi Føroya, verður triðja FM-finalan hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil spæld í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 14.30.