Daily Telegraph vil vera við, at Chelsea ætlar sær Asmir Begovic sum avloysara fyri Petr Cech, ið júst er skiftur til Arsenal.
Ein pólskur miðil vil vera við, at Arsene Wenger hevur logið fyri Wojciech Szczesny um hansara leiklut í felagnum. Szczesny kann framyvir vænta, at hann verður sitandi á bonkinum í kjalarvørinum av, at Petr Cech er komin til felagið. Hetta sigur Independent seg vita.
Besiktas er tilreiðar at keypa Robin van Persie, um Manchester United er hugað at selja, sigur the Sun.
The Guardian vil vera við, at fyrrverandi Celtic-venjarin, Neil Lennon, er favorittur at seta seg í venjarasessin hjá Leicester eftir, at Nigel Pearson bleiv koyrdur fyri fáum døgum síðani.
Fenerbahce vil hava Nani hjá Manchester United at umboða turkiska felagið, men prísurin, sum United krevur, er ov høgur, sigur Daily Star.










