Trump sigur nú, at hann gloymdi eitt »ikki« í sínum útsøgnum eftir toppfundin við Putin í Helsinki.
Á einum tíðindafundi við Vladimir Putin varð Trump spurdur, um hann er samdur við niðurstøðuni hjá amerikansku fregnartænastuni um, at Russland blandaði seg í amerikanska valstríðið fyri at hjálpa honum at vinna forsetavalið í 2016.
* Hetta segði Trump mánadagin á einum felags tíðindafundi við Putin í Helsinki:
– Tey (fregnartænastan,red.) siga, at Russland gjørdi tað. Her havi eg Putin forseta. Hann hevur akkurát sagt, at tað ikki var Russland. Eg vil siga so mikið, at eg ikki hava nakra orsøk til athalda, at tey gjørdu tað.
– Eg havi stórt álit á mínum fregnartænastufólkum, men Putin forseti var sera avgjørdur, tá hann avvísti hesum, segði hann.
* Hetta segði Trump í kvøld á tíðindafundi í Ovala Rúminum:
– Eg gjøgnumgekk eitt klipp av einum svari, sum eg hevi givið, og eg fataði, at tørvur er á eini nágreining. Í einum týdningarmiklum setningi í míni útsøgn segði eg orðið »would« í staðin fyri »wouldn't«. Setningurin skuldi havt verið: »Eg havi onga orsøk til at halda, at tey ikki gjørdu tað«. Altso ein dupult noktan.
– Eg havi veruliga kent tað soleiðis, at sjálvt um Russland blandaði seg í valstríðið, so hevði tað ikki ávirkan á úrslitið. Latið meg nú vera heilt týðuligan, tá eg sigi – og eghavi sagt tað fleiri ferðir – at eg góðtaki niðurstøðuna hjá fregnartænastuni um, at Russland blandaði seg upp í valið í 2016.
/ritzau/