Í gjárkvøldið hevði punklegendan Iggy Pop sína føstu fríggjakvøldssending á útvarpsstøðini BBC Radio 6 Music. Í tveir tímar spælir amerikanski punksangarin tónleik av ymsum slagi.
Hesaferð hevði Iggy Pop fingið fatur á tónleiki hjá føroyska punkbólkinum Joe & The Shitboys, og hann spældi tveir sangir hjá teimum. Sendingin byrjaði við sanginum »Drugs R’4 Kidz« og endaði við »Wonderwall«.
– Hetta var ein framúr góður sangur, segði Iggy Pop, tá ið hann hevði spælt »Drugs R’4 Kidz«, og hann kallaði Joe & The Shitboys ein fantastiskan bólk.
Iggy Pop er ein legenda innan altjóða rocktónleik, og hann man vera ein tann kendasti punksangarin í tónleikasøguni. Tí er tað vorðið sum herðaklapp hjá Joe & The Shitboys, at maðurin, sum er kendur sum »The Godfather of Punk«, førir teirra punktónleik fram á slíkan hátt.
Joe & The Shitboys skulu í heyst á konsertferð í Bretlandi. Tá standa 12 konserti á skránni í býum sum London, Liverpool, Glasgow, Newcastle, Birmingham og Manchester.
Sendingin hjá Iggy Pop kann hoyrast her