Hetta árið royndust verri enn í fjør

Fiskiskapurin hevur verið betri, men prísurin hevur verið verri. Og oljan hevur verið tvær ferðir so dýr í ár, sum hon var í fjør.

 

Árið í ár royndust ikki heilt so væl hjá gomlu kubatrolarunum, sum árið í fjør.

Olaf Olsen reiðari á teimum átta kubatrolarunum, sum partrola, sigur, at sum heild hevur fiskiskapurin í ár verið eitt lítið sindur frægari enn í fjør. Men sjálvur hevur hann mest hug til at kalla hetta eitt miðalár hjá bátunum, tá ið hugsað verður um tey seinastu 20 árini.

Sostatt hava teir í ár fiskað ímillum 9.000 og 10.000 tons, og tilsamans vórðu tey avreidd fyri 70 milliónir krónur.

Men kortini er fíggjarliga úrslitið í ár ikki so gott, sum tað var í fjør. Og tað eru tað tvinnandar grundir til.

? Í fyrra lagi hevur oljan verið tvær ferðir so dýr í ár í miðal, sum hon var í fjør, og tað ger fígjarliga úrslitið einar 4-5 milliónir verri, enn tað annars hevði verið, um oljan ikki var dýrkað so nógv, sigur Olaf Olsen.

? Í øðrum lagi er prísurin á upsa sum heild eitt sindur verri í ár, enn hann var í fjør. Í ár hevur miðalprísurin verið slakar fimm krónur.

? Og tá ið 80% av tí, sum bátarnir fiska, er upsi, er tað skilligt, at tað sæst aftur í fíggjarliga úrslitinum.

Hetta merkir, at upsin blívur við at vera ein bíligur fiskur, hóast eftirspurningurin eftir fiski sum heild er vaksin nógv, og prísirnir eisini eru hækkaðir. Eitt nú heldur Olaf Olsen, at óttin í Evropa fyri salmonellu og neytaøði hava givið bæði eftirspurninginum og prísinum eitt skump uppeftir, men upsin fylgir altso ikki við.


Trupult at endurnýggja

Kubatrolararnir eru nú rættiliga gamlir. Teir vórðu bygdir í 1970, men vóru nýístandgjørdir , allir sum teir vóru, seinast í sjeytiárunum.

Sostatt eru teir rættiliga gamlir nú, og Olaf Olsen sigur, at tað hevði verið rætt at skift teir út.

Men tað dugir hann ikki at síggja nakrar møguleikar til, sum støðan er nú.

?Í løtuni er tað trupult at fáa gomul skip at mala runt. Enn verri er tað at fáa nýggj skip av mala runt. So tað verður valla hugsingur um at skifta út í løtuni.

Olaf Olsen sigur, at tað man valla vera nakað av teimum nýggjaru skipunum, sum klárar at forrenta tað, tey áttu at forrenta eftir tí, tey kostaðu at byggja. Tey flestu eru avskrivað og farin at heysin, summi meiri enn eina ferð, og tað ger, at tey eru lutfalsliga bílig. Men at byggja nýtt, verður trupult.

Hann sigur, at fer politiski myndugleikin at gera eftir tilmælinum frá Búskaparráðnum um at krevja avgjald fyri at sleppa at fiska, so fer tað at gera støðuna enn truplari.