Hetta ræðast fólk mest

Kanning í 38 londum vísir, hvat fólk ræðast mest

Amerikanska greiningarstovnurin Pew Research Center hevur gjørt eina kanning í 38 londum fyri at finna fram til, hvat fólk ræðast mest. Blaðið Politiken endurgevur úrslit úr kanningini.

Stovnurin gjørdi ein lista við átta ymiskum hóttanum, og síðani vórðu fólk biðin um siga, hvat tey ræðast mest og minst av hóttanunum.

Í 18 av londunum – serliga í Europa, USA, Fjarðeystri og Miðeystri – var Islamiskur Statur ovast á listanum sum tann størsta hóttanin, meðan fólk í 13 londum  serliga Afrika og Miðamerika – mettu veðurlagsbroytingarnar sum størstu hóttanina.

Umframt IS og veðurlagsbroytingar, stúra fólk eisini fyri álopum frá teldusníkum. Í USA, Týsklandi og Bretlandi eru júst vandin fyri hesum álopum næstovast á listanum – omanfyri eitt nú veðurlagsbroytingarnar.

39 prosent av teimum spurdu hava svarað, at flóttarfólk, sum rýma úr eitt nú Irak og Sýria, eru ein hóttan í móti teirra landi.