Hetta mugu tey svara upp á um 22. juli

Hósdagin verður fundur í kontrollkomitéeini hjá Stórtinginum, har allir flokkar eru umboðaðir, og har løgmálaráðharrin, Knut Storberget frá Arbejderpartiet og verjumálaráðharrin, Grete Faremo, eisini Arbejderpartiet, skulu svara spurningum um álopini 22. juli.

Tað er hósdagin, at 22. juli-frágreiðingin, sum andstøðan so leingi hevur bíðað eftir, verður løgd fyri Stórtingið, og tá skulu bæði Storberget og Faremo greiða frá um terrorálopini á stjórnarkvarterið og Utøya.

Og andstøðan fer at krevja svar, tað vátta floksformenninir fyri VG Nett.

Anders Anundsen, sum er formaður fyri Fremskritspartiet, sigur við VG Nett, at tríggjar og ein hálvan mánað eftir terroráloopini má Stórtingið tryggja sær, at týðiligir feilir í tilbúgvingini, eru rættaðir.

Roknað verður ikki við, at nakrir nýggir upplýsingar koma fram hósdagin, men Anundsen og hini tingfólkini fara millum annað at seta hesar spurningar:

• Tað gingu 77 minuttir frá tí bumban brast til Kripos sló alarm. Hví gekk so long tíð og hvar hevur stjórnin gjørt til tess at tryggja skjótari ávaring, skuldi eitt nýtt terrorálop verið framt?

• Hvat er gjørt til tess at tryggja skjótari tryggjan av bygningum sum Stórtinginum og forsætisbústaðnum frameftir?

• Hví var »skjóting fer fram«-leiðbeiningin ikki fylgd á Utøya?

• Hvør er orsøkin til, at løgreglutyrlan á Garcermoen ikki var sett inn?

• Hvat er gjørt til tess at økja orkuna á neyðnummarinum hjá løgregluni, 112?

• Hvat er hent síðani 22. juli í spurninginum um løgreglufólk, sum hava frí?

• Hvat er gjørt til tess at styrkja evnini hjá PST av avdúka tilrættalegging av terror í Noregi?