Fyrr í dag hava tveir danskir ráðharrar – Morten Bødskov, løgmálaráðharri, og Karen Hækkerup, matvøruráðharri – verið í samráð í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum um føroyska silda- og makrelstríðið.
– Sjálvt málið hevur lítið ella einki við ríkisfelagsskapin, tí fiskivinnan er yvirtikið málsøki, so hetta mugu Føroyar sjálvar loysa, sigur annar av føroysku fólkatingsmonnunum, Edmund Joensen.
– Nú mugu vit bara royna at fáa sum frægast burtur úr samráðingunum, sum verða fyrst í september. Soleiðis haldi eg, at málið stendur í løtuni, tí einki bendir á, at ES fer at taka síni revsitiltøk aftur.
Samrøða við Edmund Joensen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.