Hetta má ongantíð henda aftur

Vit mugu fáa trygd fyri, at lív og heilsa ikki aftur verða sett í váða í einum verkfalli, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum

 

Vit mugu ongantíð aftur koma í eina slíka støðu aftur, sum vit komu í, nú Pedagogarnir vóru í verkfalli. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í samrøðu við Sosialin í dag.

 

Í verkfallinum hjá pedagogunum vóru Almannaverkið og Pedagogfelagið ikki samd um, hvussu nógv undantøk skuldu gerast frá verkfallinum fyri at tryggja, at nóg nógvir pedagogar vóru til arbeiðis til at lív og heilsa hjá búfólki á stovnum undir Almannaverkinum, ikki varð sett í vanda.

 

Edvard Heen sigur at tað reingist ikki, at lív og heilsa varð sett í vanda í verkfallinum, og dømi vóru um, at fólk vórðu løgd inn á Landssjúkrahúsið, tí tey fingu ikki lívsneyðuga hjálp.

 

Tað er eisini ein sannroynd, at 36 búfólk á stovnum undir Almannastovuni, sum høvdu verið heima hjá skyldfólki í jólafrí, ikki kundu flyta heim aftur á bústovnin, har tey búðu, tí ongin var at vera um tey. Og tað er grundleggjandi brot á mannarættindi hjá ST at nokta fólki at flyta heim aftur til sín sjálvs, sigur Edvard Heen.

 

Tí vil Edvard Heen hava myndugleikarnar at taka stig til at tey ikki koma í eina slíka støðu aftur tí tað tað ber ikki til at hava eina skipan, har teir veikastu borgararnr í landinum kunnu takast til gísla í einum verkfalli.

 

Tí heldur hann, at tað skulu ikki vera fakfeløgini, sum eru í verkfalli, sum einsamøll skulu sleppa at gera av, hvørji undantøk tað er neyðugt at gera frá verkfallinum fyri at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í váða.

 

Tvørtur ímóti skal ein nevnd, ella eitt ráð, setast, sum skal vera leyst av pørtunum í einum verkfalli, og sum skal hava myndugleika at taka støðu til, hvørji undantøk, tað er neyðugt at gera.

 

Hann leggur dent á, at talan má vera um eina nevnd, ella eitt ráð, bæði partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og politiska skipanin, hava fult álit á, so at allir partar góðtaka tær avgerðir, sum verða tiknar. Tí mugu bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg eisini vera við í arbeiðnum at skipa eina slíka nevnd, ella eitt slíkt ráð, sigur stjórin í Almannaverkinum.

 

Formenninir í tveimum av teimum stóru fakfeløgunum, Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúrarøktarfrøðingar, vilja ikki vita av eini slíkari skipan, tí tað fer at trekkja tenninar úr fakfeløgunum

 

Í Sosialinum í dag er nógv meiri um hesi viðurskifti