Hetta má enda galið

Hetta er sum eitt piðað ræ, og næsta býráðið í Havn má nú taka lán

– Hendan fíggjarætlanin er sum eitt piðað ræ.

 

Jógvan Arge, og hini tjóðveldisfólkini í andstøðuni í Tórshavnar Býráð, eru ikki samd í vøkru myndini, samgongan roynir at mála av støðuni í Tórshavnar Kommunu.

 

Jógvan Arge vísir á, at íløgurnar eru munandi skerdar og eru nú bara 85 milliónir, sum eru ein triðingur minni, enn tær vanliga eru.

 

Samstundis er raksturin hækkaður eini 10 prosent, og skatturin er lækkaður heilar 30 milliónir.

 

– Hetta má enda galið hjá tí býráðnum, sum skal taka við á nýggjárinum, sigur Jógvan Arge.

 

Eitt, hann finst at, er, at útreiðslurnar til at halda kommunalar ognir verða nógv skerdar, og játtanin til býarfríðkan, sum hevur verið tað heilt stóra hjá hesi samgonguni, er eisini skerd

 

– Tað er fyri neyðini at onkur annar fer at stýra kommununi næstu árini, tí upptakið verður stórt, sigur Jógvan Arge.

 

Tey í andstøðuni vísa á, at hetta næsta valskeiðið skulu yvir 400 milliónir brúkast upp á Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan og tað skerjir virkisførið hjá komandi býráðnum munandi, tí skal hon gera nakað munagott, verður neyðugt at taka lán.

 

Jákup Dam, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi, vísti á, at tey í Tjóðveldi ætlaðu ikki at lækka skattin næsta ár, heldur ætlaðu tey at brúka peningin til tey endamál, ið liggja fyri framman, men nú verður neyðugt at taka lán.